Søga - Oddfellow Føroyar

Tann 23. januar 1985 fóru fylgjandi brøður úr Vágunum til Keypmannahavnar, fyri at vera vígdir til Odd Fellow Brøðir:

Óla Hans Jacobsen
Hans Friis
Gudmund Vilhelm Olsen
Marius Jóanesarson
Johan Elias Poulsen
Trygvi Fossdal Guttesen

Við á ferðini var, umframt hesar, eisini Ex. Meistari Knud P. Jensen, sum var vígdur í losju nr. 60 "Hammeren" tann 02. oktober 1965.
Frammanundan fyri hesa søguliga ferðina hjá losjuni, vóru hildin fleiri fundir, soleiðis at til bar at gera ein Odd Fellow felagsskap í Føroyum.
Teir 6 vóru vígdir í losju nr. 23 "Christian d. IV", tann 24. januar 1985, og somuleiðis fingu brøðurnir tillutað Vinarstigið.
Tann 26. januar 1985 fingu teir føroysku brøðurnir tillutað Kærleiksstigið og Samleiksstigið í losju nr. 60 "Hammeren". Táverandi Br. Storsire Preben O. Rasmussen segði, at undantaksloyvi var latið, soleiðis at ein føroysk losja kundi stovnast, tá ið 15 brøður vóru vígdir.
Tann 09. mai 1985 var sostatt dagurin, tá ið Odd Fellow losjan "Ambolturin" sá dagsins ljós. Hetta var skipa á Hotel Hafnia í Tórshavn, og samkoman var hildin við Br. d. d. s. s. Erik Fischer. Losjan var hereftir skipa soleiðis, at hon kom at vera tengd at øki B, Keypmannahavn, og losja nr. 60 "Hammeren" var útnevnd okkara móðurlosja. Nevndin í losjuni, var í byrjanini soleiðis:

Yvirmeistari: Knud P. Jensen
Skrivari: Johan Elias Poulsen
Kassameistari: Marius Jóanesarson

og hesir útvaldu:

Vakt:  Óla Hans Jacobsen
Inspektør:  Hans Friis
Kapellan:  Trygvi Guttesen
Revisor:  Gudmund Olsen

Nú var so bert eftir at finna ein heimstað, har ið felagsskapurin og tann komandi losjan kundu halda til. Orsaka av, at flestu brøðurnir høvdu bústað í Vestmanna, var tað líkatil, at her skuldi komandi losjan stovnast.
Gjøgnum streymorkufelagið SEV, bar til at leiga tað einu helvtina av einum samanbygdum húsum, og hetta kom í gildið í januar 1986. Og so var fari í holt við at umbyggja soleiðis at losjusalurin var innrættaður í kjallaranum.
Til frama fyri byggingina, vóru seldir lutaseðlar í øllum losjum í Danmørk, og samanlagt vóru seldir 10.000 seðlar á 10 kr. Hetta gav eitt gott úrslit, og inn komu 94.772,70 kr. Vinningurin í lutaseðlasøluni var ein ferð fyri tvey til Føroya við uppihaldið í 8 dagar. Vinnarin var systir Gudrun Mølstrøm frá Rebekkalosju nr. 54 "Gry", sum sjálvandi bjóðaði manninum, bróðir Vilhelm Mølstrøm frá losju nr. 64 "Julius Meyer" við á ferðina.
Í apríl 1986 fekk losja okkara eina tilgongd av 10 nýggjum brøðrum, og hesir vóru vígdir í losju nr. 28 "Hafnia", fingu Vinarstigið í losju nr. 50 "Jonathan", og Kærleiks- og Samleiksstigið í losju nr. 60 "Hammeren".
Hesir vóru:

  • Remi Didriksen
  • Edvin Lauritsen
  • Torben Prior
  • Joen Gert Poulsen
  • Kári Nielsen
  • Jóanis Joensen
  • Edvard Ingebrigtsen
  • Poul Pøhlsgaard
  • Niels Boje Christensen

Heima í Føroyum var arbeitt sera nógv fyri at gera losjuna lidna, og okkurt um 2500 arbeiðstímar vóru nýttir til hetta endamál.
Bróður Ejnar Simonsen frá losju nr. 78 "Tolerantia" við frú, systir Ester frá Rebekkalosju nr. 56 "Clementia", komu fyri egna rokning til Føroya og arbeiddu 119 tímar við framleiðsluni av embætisstólunum. Fyri at kunna innrættað eina losju er neyðugt við eini mongd av remedium, og vit fingu m.a. áskriftir, altarmynd o.s.fr. frá losju nr. 60 "Hammeren", tónleikaskipan frá losju nr. 83 "Broen" og tónleikur til vígslustig frá losju nr. 60 "Hammeren".
Systrarnir í Rebekkalosju nr. 48 "Perlen", nýttu eina rúgvu av peningi og arbeiðsorku til okkara regalier og tilfar. Skeltið at seta á bygningin, við teimum 3 ketuliðunum og áskriftini, fingu vit frá losju nr. 78 "Tolerantia". Tann 09. oktober 1986 komu umboð frá Stórlosjuni og Sov. Grand Master James P. Sadler úr Nashville. Kl. 16.00 var hildin tíðindafundur á Hotel Hafnia, har m.a. tey størstu tíðarritini Dimmalætting, Sosialurin og Dagblaðið vóru til staðar.

Endiliga:
Leygardagin tann 11. oktober 1986 kl. 14.00, var losjusalurin vígdur, og kl. 15.30 var instituering av losju nr. 1 "Ambolturin".
Við sum gestir vóru umframt varaløgmann Jógvan Durhuus, eisini Ex. Meistari Gylfi Gunnarsson og Br. Markús Kristinsson, úr losju nr. 14 "Stuka og Bjarni Riddari" á Hafnafirði í Íslandi og nógvir brøðir úr Danmørk. Á Vígsludegnum vóru latnar nógvar gávur, telegramm og heilsanir frá okkara brøðralosjum - men tað verður ov rúgvusmikið at nevna allar. Kortini skal nevnast, at losja nr. 23 "Christian d. IV" lat okkum ein stóran ambolt á einum trækubba. Losja nr. 60 "Hammeren" lat okkum 2 stórar stavar, og bróður Claus Ehlers og Bróður Bjarne Jacobsen góvu okkara yvirmeistara ein ambolt við hamara.
Sama kvøld kl. 19.30 var Losjusalurin opin fyri fyrstu ferð á Vígslustigi. Her var bróður Olaf Haldansen vígdur sum tann fyrsti føroyingurin í einari føroyskari losju, við føroyskum embætismonnum, og harvið hevði losjan fingið 18 limir.
Eftir vígsluna, var móttøka við føroyskum matið, m.a. turrur fiskur, grind og spik. Teir fyrstu valdu embætismenninir fyri losju nr. 1 "Ambolturin" vóru:

Yvirmeistari: Knud P. Jensen
Undirmeistari: Trygvi Fossdal Guttesen
Skrivari: Johan E. Poulsen
Skattameistari: Marius Jóanesarson
Kassameistari: Torben Prior
Ex. Meistari: Edvard Ingebrigtsen

Hvat er síðani hent ??

Limatalið gekk bæði upp- og niðureftir - mest niðureftir, tíðanverri. Tí var avgjørt, at um Odd Fellow losjan skuldi megna at hóra undan í Føroyum, var neyðugt at flyta.
Á heystið 1994 gjørdist tað møguleiki fyri, við hjálp frá Stórlosjuni, at ogna okkum tann núverandi losjubygningin í Tórshavn.
Eftir hetta var neyðugt at gera eina størri umbygging av fyrstu hædd, har losjusalurin var innrættaður. Tann størsta umbyggingin í stovuhæddini, var at gera ein køk. Hetta arbeiði var framt av losjubrøðrunum, ið tá einans vóru 15 limir. Tann 20. mai 1995 var salurin vígdur til nýtslu, av D. d. s. s. Erik Fischer, Stormarskal Poul Møller og Storskatmester Knud Erik Jaquet. Embætismenninir í nýggju losjuni vóru somuleiðis útnevndir. Dagurin gjørdist eyka hugnaligur, eftirsum tað vóru brøðir frá losju nr. 17 "Steen Blicher" og systrar frá Rebekkalosju nr. 68 "Klitrosen" á vitjan, og kvøldið endaði við døgurða, undirhaldi og føroyskum dansi.
Í 1997 fingu vit brøðralosju stuka nr. 21 "Þorlákur Helgi" sum vinarlosju, og hetta vinarlagið hava vit havt nógva gleði av, og teir hava æruna av, at allar tær íslandsku losjurnar fingu framleitt allar myndirnar til losjusalin, soleiðis at tað bæði kunnu vera fundir við brøðrum, systrum og Leguni í okkara salið. Hetta var latið av okkara íslandsku brøðrum, við Br. s.s. Geir Zoega á odda, tann 13. oktober 2001.
Tað hevur tað seinasta árið gingið framá hjá losjuni, og limatalið er nú omanfyri 25 limir.

 

Devisa fyri Odd Fellow felagsskapin í Føroyum

Lag: Óluvuvísan
Vinarlagið, brøður fær
kærleik vísa har
menniskjan sær heimstað
á hesi jørð sær fær.
Málið hátt, ljóðið reyst Sannleiks sigur trúgv vit hvør øðrum heilsa nú í V. K. og S.
Marius